top of page
Picture1
Picture2
Picture3
Appilsinir
Sólorka Salud – heilsa, heilsubót og trivnaður

​Salud merkir heilsa (sunnheit) á sponskum. Spaniólar siga ‘salud’, tá teir skála. Tá biðja teir um signing yvir teg við at ynskja tær góða heilsu. Heilsa og heilsubót – sinnisligar eins og kropsligar – eru saman við trivnaði og lívsgóðsku lyklaorð í virksemi okkara – og ikki minni í tilboðum okkara til tykkum gestir, sum ynskja tykkum einhvønn styrk.


Tænastur okkara fevna um

  • Sunn Sunnanfyri

       Sunnheit og vælvera í einum av heilsubestu plássunum í heiminum

  • Góðalívið uttan óneyðug mørk

       Møguleikar fyri øll - uttan mun til sjúku, brek ella aðrar avbjóðingar

  • Viðgerðir í feriuhøpi

       Linni fyri pínum og plágum í feriuhøpi

  • Bráfeingishjálp 24/7

       Atgongd til lækna, sjúkrahús og aðra hjálp allan sólarringin

  • Stuðul hjá stuðlinum...

       Tænastan til øll, sum varða av øðrum, støkum eins væl og bólkum

  • ...líka úr Vágum aftur í Vágar

       Sólorku-starvsfólk til staðar í flogførum, bussum, hotellum o.ø.

Tú kanst njóta tænasturnar undir bæði sólorkusetunum og sólvikunum. Vit skipa eisini fyri skraddaraseymaðum vtijanum fyri bólkar. 

KVADRAT 1.png
KVADRAT 2.png
KVADRAT 3.png
KVADRAT 4.png
KVADRAT 5.png
Picture15.png
KVADRAT 6.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page