Gjaldsháttur og -freistir
Tað stendur á okkara heimasíðu, brosjúrum og øðrum tilfari, hvat hvør einstøk sólorkuvitjan kostar, og hvat prísurin fevnir um og gevur atgongd til.
Gev gætur, at tú sjálv/-ur rindar fyri møguliga koronatest, kopp-seting ella koronapass, eisini um tey verða kravd av okkum, triðaparti ella myndugleikum. Bít eisini merki í, at tú sum vitjandi sjálv/-ur mást átaka tær kostnaðin og ábyrgdina av passi, tryggingum o.ø.
Bíleggur tú eina vitjan meira enn 90 dagar undan fráferð, fært tú vanliga eina rokning, sum býtir prísin sundur í eitt bíleggingargjald og eitt restgjald. Bíleggingargjaldið skal rindast í seinasta lagi 7 dagar eftir bíleggingina. Restgjaldið skal rindast í seinasta lagi 90 dagar undan fráferð.
Bíleggur tú vitjanina minni enn 90 dagar, men meira enn 45 dagar undan fráferð, skalt tú rinda allan prísin í seinasta lagi 7 dagar eftir bíleggingina.
Verður vitjanin bíløgd minni enn 45 dagar, men meira enn 14 dagar fyri fráferð, skal allur prísurin rindast innan 48 tímar eftir bílegging.
Bíleggur tú vitjanina minni enn 14 dagar undan fráferð, skalt tú gera serliga avtalu við Sólorku um gjalding.
Allar sólorkuvitjanir skulu gjaldast við bankaflyting.
Gev gætur, at verða gjaldstreytirnar ella -freistirnar ikki hildnar, kunnu vit móti okkara vilja gerast noydd til at ógilda bíleggingina, uttan at møgulig longu rindað inngjøld verða afturgoldin.
Sólorka kann tó í ávísum førum góðtaka at víkja frá eini gjaldsfreist, um serlig viðurskifti gera seg galdandi. Í einum tílíkum føri krevst ein skrivlig váttan um hetta frá okkum.
Skúlaflokkar og ávísir aðrir bólkar
Tað ber skúlaflokkum og ávísum øðrum bólkum til at gera avtalu um at fáa gjaldið býtt í tríggjar partar. Seinasta gjaldið skal tá altíð verða goldið í seinasta lagi 60 dagar undan fráferð.
Gev gætur, at tað ikki ber til at fáa goldnar partar afturrindaðar, um bólkar av einihvørjari orsøk velja at avlýsa.